Lutakastið til EM-undanspælið var í Warzava tann 7. februar 2010. Føroyar kom í bólk C, saman við Italia, Serbia, Slovenia, Norður Írland og Estland.
Bólkur C er sostatt tann einast bólkurin sum hevur heili 3 lond við, sum luttaka í HM endaspælinum í Suður Afrika í summar. Tað eru heimsmeistararnir úr Italia, Serbia og Slovenia.
Tann 8. mars 2010, verður dystarskráin løgd fyri bólk C. Hesin fundurin verður í Beograd.